Kruvdu gummibátin

-

Tað ber illa til at leggja nakað frá sær nú á døgum, tí onki fær frið longur.

Hetta mátti Signar Olsen í Hvalba ásanna, nú ein morgunin, hann skuldi fara í ein gummibát, hann hevur liggjandi niðri á keiini á Býárgarði í Hvalba.

Talan er um ein gummibát til leysamotor, og hann hevur mangan verið honum hentur, tá ið hann hevur skula farið í Lítlu Dímun ella hevur havt brúk fyri báti til onnur endamál.

Tí nú ein morgunin hann var hjá bátinum, varnaðist hann, at ótangar høvdu kruvt báðar bjølgarnar so at báturin er oyðilagdur.

Ikki nóg mikið við tíð: Tá ið hann aftur hugdi til bátin ein annan morgun, varð hann oystur undir í olju og ein oljudunkur stóð niður við bátinum.

Signar Olsen veit ikki, um ætlanin hevur verið at fest í, men hann dugir illa at síggja nakað annað endamál. Men talan var um spillolju, sum ikki brennur so væl.

Málið er meldað til løgregluna, sum kannar málið. Festi tað í, kundi tað verið álvarsligt, tí báturin liggur upp at einum húsum.

Nýggjur kostar ein slíkur bátur 75-80.000 kr. so talan er um stóran skaða.