Krung

Eitt gamalt blað við nýggjum navni. Kristiligt Ungmannablað at tað áður, nú eitur tað KRUNG.

Í vikuni kom út fyrsta nummarið av blaðnum KRUNG, sum er ein stytting av Kristiligt Ungmannablað.

Gamla heitið á blaðnum er tó ikki strikað. Tað hevur nevnliga fingið pláss sum undirheitið.

? Tað hevur í longri tíð verið í umbúna at broyta navnið, og vit, sum arbeiða á blaðnum, hava í longri tíð brúkt tað okkara millum, sigur Gimmi Olsen, KFUM & K-skrivari og limur í blaðnevndini.

? Vit vilja gjarna gera blaðið meir ungdómsvinarligt, og tí er tað ikki bara navnið, men eisini innihaldið, sum verður meir ungdómsvinarligt.

? Til dømis hava vit í blaðnum, sum júst er útkomið, samrøðu við Kim Hansen.

? Teigurin ?Orðið? fær ikki meir enn eina síðu. Áður fylti tað ofta fleiri síður. Samstundis er ?Orðið? einfalt og greitt.

? Flestu haldarnir av Kristiligum Ungmannablað eru eldri fólk. Men eisini er ein stórur haldaraskari av ungdómi, sum fáa blaðið, tí tey eru limir í KFUM-skótunum. Vit vilja gjarna fáa aðrar nýggjar haldarar eisini, sigur Gimmi Olsen.

? Men samstundis sum vit broyta, vilja vit eisini halda uppá teir gomlu haldararnar.

Í næsta blaðnum, sum kemur út beint undan páskum, fer blaðstjórin, Uni Næs, at greiða nærri frá, hví navnið á blaðnum er broytt.