Krugmann rætta evnið

Oddagrein:

Í gjár fegnaðust vit í hesum teigi um nobelfriðarvvirðislønina, sum varð latin fyrfrverandi finska forestanum Matti Ahtisari. Í dag er ikki minni orsøk vera at fegnast um avgerðina um nobelviðrislønina í búskapi til Paul Krugmann. Fleiri altjóða eygleiðarar fegnast um hesa avgerð, og hetta er ikki uttan orsøk. Víst fær Krugmann virðislønina fyri síni ástøði um altjóða handilsviðurskifti, men her er annað og meira, tí Krugmann er kendur viðmerkjari og tiltikin fyri sínar áhaldandi og hvøssu atfinningar til búskapar- og fíggjarpolitikkin hjá Busch fyrisitingini. Tað er í júst hesum høpi áhugavert, at Krugmann telist millum teir fáu búskaparfrøðingar, ið hevur havt rósandi orð um búskaparpolitikkin hjá bretska forsætisráðharranum Gordoin Brown júst í verandi kreppu.

 

Við atfinningum sínum til rikna politikkin hjá Busch hevur Krugmann gjørt upp við tann nýliberalistiska og neokonservativa politikk, sum amerikanska stjórnin hevur rikið hesi átta árini. Tá Buschstjórnin tók yvir, var amerikanski búskapurin so væl fyri sum ongantíð áður. Almenna og privata skuldin var metlág, avlop á samveldisfíggjarlógini, arbeiðsloysið metlágt og USA høgt í metum um allan heim. Eftir átta árum er alt hetta broytt. Amerikanski búskapurin í sori, bankakervið rapað, arbeiðsloysið er methøgt, og USA er um at missa leiðsluna sum heimsins fremsta stórveldi. Álitið á leiðsluna er í botni, og støðan líkist alt meira støðuni eftir Wall Street skrældið í 1929.

Krugmann er liberalur búskaparfrøðingur, og hetta merkir í USA vanliga, at ein í politiskum hugburði er vinstrumegin miðjuna. Tað, sum hann hevur funnist at, er skattalættarnir til tey ríku og sosiala og fíggjarliga vanbýtið, sum er úrslitið av nýliberalistisku politikkinum. Hesin politikkur er ikki bert ómoralskur, hann hevur eisini verið beinleiðis skaðiligur fyri alt USA. Í hesum høpi hevur Krugmann eisini víst á, at politikkurin hjá Busch stjórnini beinleiðis hevur máað støðið undan amerikanska fólkaræðinum. Rættartrygdin er viknað, og stjórnin hevur gjørt seg inn á mannarættindini í stríðnum móti yvirgangi, eitt nú við at loyva nýtslu av torturi og tí sum verri er.

 

Krugmann er sum búskaparfrøðingur sera aktuellur, og hann hevur støðugt gjørt vart við, at ein búskapur undir púra frælsum marknaðarkreftum er skaðiligur og endar við eini búskaparligari vanlukku. Hann fekk rætt í ólukkumát. Hetta átti at givið øllum politikkarum nakað at hugsa um, eisini her í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um, at tað einasta, sum CHE samgongan var samd um var, at í Føroyum skuldu tær frælsu og ótálmaðau marknaðarlreftirnar ráða!

 

Sambært Krugmann er ein skilagóður blandingsbúskapur tryggasta og hentasta amboðið at tryggja vælferð og búskaparligt rættvísi. Hesi hugtøk eru so aftur besta trygdin fyri friði, fólkaræði og jøvnum býti av samfelagságoðanum. So er bert at vóna, at heimsins ráðandi politikkarar lurta meira eftir Krugmann enn eftir teimum búskaparligu ørvitisfiskunum, ið hava leitt USA og harvið allan heimin út á eggina.