Krszysztof fekk eitt stig

Aarhus Fremad hevur ikki megnað at vunnið dystir í 2. Deild vestur seinastu vikurnar, og um vikuskiftið endaði tað við javnleiki. Blokhus var á vitjan í Århus, og dysturin endaði 1-1. Bæði málini vórðu skotin í seinna hálvleiki. Liðið hjá Krszysztof Popczynski liggur nú nummar 10 í deildini og er langt frá plássunum, sum kunnu hava uppflyting við sær.