Sambært heimasíðuni trok.fo, sum skrivar nógv um føroyskan hondbólt, er sáttmáli skrivaður millum Paula Mittún og Kristiansand Tophåndball, sum er felag í bestu norsku deildini. Talan er um tvey ára sáttmála, sum ber við sær, at Pauli fer at umboða Kristiansand kappingarárinum 2022 – 2023 og 2023 – 2024.
- Pauli (Mittún red.) er ein ungur venjingaríðin og sera evnaríkur spælskipari, ið ynskir at gerast ein góður hondbóltsspælari. Hann hevur stórur dreymar um hondbóltsyrkisleið sína, og hann ynskir at byrja uppá hetta í KRS. Pauli skipar spælið á ein sera góðan hátt, og hann hevur dygdir tá tað kemur til nærdystir, og eisini í samanspælinum við strikuspælara, ið er nakað sum vit hava leitað eftir. Hetta er ein spennandi sáttmáli við ein ambitiøsan hondbóltsspælara.
Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá KRS Kristiansand, Thorbjørn Evjen í samrøðu við størsta miðilin í Kristiansand-økinum, Fædrelandsvennen.
Um sítt skiftið til Kristiansand sigur Pauli Mittún: - Eg gleði meg sera nógv til at blíva partur av KRS. Eg haldi, at hetta er ein sera spennandi verkætlan, ið ynski at vera partur av. Eg haldi, at felagið er ógvuliga ambitiøst, og tað passar mær sera væl. Eg ynski at menna meg, og til tað er KRS júst tað rætta. Eg haldi eisini, at Kristiansand er ein góður býur, ið eg gleði meg at koma til, sigur Pauli Mittún.
HER ber til at lesa samrøðuna trok.fo hevur við Paula Mittún.