Kroystir vestmenningar

KÍF og VÍF, sum spæla í Kollafirði, eru í løtuni tey bæði niðastu, við ávikavist 11 og 10 stigum. Vinna kollfirðingar, koma teir ájavnt H71 og Kyndli í stigum, men vinna vestmenningar, koma teir upp á 12 stig og allarhelst eitt fjórðapláss.

Í hinum dystinum tekur StÍF ímóti Neistanum, sum kemur inn á Skála við einum donskum landsliðsmálverja, sum eisini skal spæla steypafinaluna fyri Neistan. StÍF hevur ikki havt sítt besta kappingarár, og javnleikurin ímóti H71 fyri viku síðani var fyrsta stigið hjá strandingum síðani hálvan november!

 

Báðir dystirnir í Atlantic Airways-deildini byrja klokkan 16.