Bólkur A
Tað liggur eitt risa trýst á Portugal, eftir at teir taptu setunardystin í EM-kappingini fyri Grikkalandi. Somikið stórt er trýstið, at skal landið vinna seg víðari úr bólkaspælinum, fer tað eftir øllum at døma at krevja ein sigur á grannunum úr Spania í seinasta dystinum, og hetta hevur Portugal bert megnað fýra ferðir í teimum higartil 41 uppgerðunum, sum londini ígjøgnum tíðirnar hava leikt móti hvørjum øðrum.
Uppiborin sigur
Og tað kann alt fyri eitt staðfestast, at talan var um uppibornan sigur til Grikkaland. Frá fyrsta bríksli sýndi teir sera direkta spæl, har teir alt fyri eitt royndu at flyta bóltin, har vandastøðurnar kundu skapast, meðan Portugal í vanligum stíli royndi at koyra bóltin kring vøllni, í vón um at finna hol í væl skipaða verjupartinum hjá mótstøðuni.
Og longu eftir góðum seks minuttum gav hetta at bíta hjá grikkum. Sløsut spanskt spæl á miðvøllinum gav Karagounis møguleikan, og tá eingin vildi koma ímóti honum, dróg hann nakrar ferðir, áðrenn hann langaði eitt flatt skot inn um nærmasta stólpan.
Restina av hálvleikinum líktist Portugal als ikki einum liði, sum ætlar sær at vinna EM, og um nakað, so kundu gestirnir kanska økt um munin, men hetta mátti so bíða.
Og í seinna hálvleiki fingu teir so eisini somu dreymabyrjan, sum í fyrra. Felipe Scolari hevði í steðginum sent Ronaldo og Deco á vøllin fyri Simao og Rui Costa, men eftir bara sjey minuttum gjørdist Ronaldo syndari, tá hann feldi mótstøðumann í brotsteiginum. Brotssparkið sendi Basinas trygt í kassan, og so var alt mótbrekka hjá Portugal.
Tað var tó sjáldan líkt til, at teir av álvara skuldu hótta. Nakrar ferðir vóru teir nær við, men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Ronaldo fekk minkað um munin við stútara, og tá var ov seint.
Valeron varð hetjan
Gekst illa hjá Portugal, so mundu grannarnir úr Spania vera betri nøgdir um sítt avrik, hóast tað leingi stóð nógv á í dystinum móti Russlandi.
Spania átti tað mesta av spælinum, men leingi var líkt til, at russar skuldu megna at byrgja fyri trýstinum. Í royndunum at økja um trýstið, sendi spanski venjarin við hálvum tíma eftir Valeron á vøllin, og hann skuldi so ikki nýta nógv tíð, áðrenn hann hevði staðfest sítt virði.
Við fyrsta sparki sínum í dystinum, sendi hann sigursmálið í kassan, soleiðis at Spania nú stendur við góðum kortum á hondunum, undan teimum báðum seinastu dystunum í bólkaspælinum.
Mest áhugaverdur av hesum tykist nú vera tann hjá Spania móti Grikkalandi. Grikkar megnaðu at vinna sín undankappingarbólk framman fyri júst Spania, og við einum sigri her kunnu teir mest sum tryggja sær sína víðari luttøku í bólkinum.Boðini úr sponsku leguni eru tó, at tey vilja hava hevnd fyri tapið á heimavølli seinast.
Og so er tað altso eisini seinasti dysturin millum Spania og Portugal. Vertirnir kunnu í øllum førum rokna við, at hesin dysturin skal vinnast, um teir skulu gera sær vónir um at koma víðari, og støðan kann eisini væl verða tann, at tað bara verður vinnarin av iberisku uppgerðini, sum fær rætt til at halda fram í kappingini.
Úrslit
Portugal-Grikkaland 1-2 (0-1)
0-1: Georgios Karagounis
0-2: Angelis Basinas, br.
1-2: Christiano Ronaldo
Spania-Russland 1-0 (0-0)
1-0: Juan Carlos Valeron










