upptakt
Tað stendur nógv á vágbingum fyri tíðina. Flaggskipið í fótbólti ? besta mansliðið - sum vann gull fyri bara trimum árum síðani er av álvara komin í svarta økið, og nú skulu menn av álvara taka sær um reiggj, um talan ikki skal gerast um upp- og niðurflytingarstríð við annan av grannunum.
Sunnudagin fer VB á vitjan á Eiði, har heimaliðið í ár hevur staðið seg framúr væl. Einasta liðið, sum hevur fingið alt við sær av Eiði í ár, er KÍ, men skal VB ikki dettu niður um strikuna undan seinasta umfarinum, so kann gerast neyðugt at fáa trý stig sunnudagin.
Sum skilst, so eru eingir skaðar, sum hótta nakað av liðunum, men fyri VB kann tað kanska koma væl við, at EB/Streymur longu nú hevur tryggjað sær tilveruna í deildini. Partvíst tí leikararnir hjá EB/Streymi nú bert hava æruna at stríðast fyri, og partvíst tí tað ikki kann útilokast, at Piotr Krakowski, í tann mun tað er gjørligt, letur leikarar ferðast niður til triðju deild, har EB/Streymur stríðist fyri uppflytingarmøguleikanum.
Hvussu er og ikki, so er einki at ivast í, at VB fer at stríðast av øllum alvi, og so er spurningurin, hvørt tað er nóg mikið til at mana niðurflytingarspøkilsið burtur.










