Kroystir ES-leiðarar mugu semjast

Tað snýr seg um trúvirðið hjá samveldinum, nú leiðararnir í ES-londunum hittast til at taka støðu til ta nýggju grundlógina. Tað vánaliga valúrslitið í síðstu viku noyðir teir at semjast

Leiðararnir í ES-londunum eru valla komnir fyri seg aftan á lúsingin, sum fleiri teirra fingu á valinum til ES-tingið í síðstu viku, fyrr enn tann næsta stóra avbjóðingin stendur fyri framman. Í dag hittast teir til fundar í Bruxelles at taka støðu til ta nýggju grundlógina. Men tað er synd at siga, at teir hava fingið stuðul frá sínum veljarum upp undir fundin. Metlág valluttøka og stór framgongd til flokkar, sum seta spurnartekin við samveldið var tann seinasta heilsanin, sum leiðararnir fingu frá veljarunum upp undir tann avgerandi fundin.
Greið boð
? Tað politiska trúvirðið hjá samveldinum stendur í váða. Vit mugu finna eina semju um ta evropeisku verkætlanina. Vit mugu vísa, at Evropa virkar, segði írski uttanríkisráðharrin, Brian Cowen, fyrradagin.
Í vikuni hevur hann havt fund við sínar evropeisku starvsbrøður, har teir fyrireikaðu sjálvan toppfundin. Írland hevur formansskapin í ES í løtuni, og írska stjórnin hevur tí høvuðsábyrgdina av, at eitt úrslit kemur burturúr.
Tony Blair, Jacques Chirac, Gerhard Schrøder og fleiri av hinum stjórnar- og ríkisleiðarunum hava greitt fingið at vita frá veljarunum, at fólk hava ikki áhuga í ES, soleiðis sum samveldið virkar nú. So mikið størri eru krøvini um, at leiðararnir nú mugu vísa, at teir kunnu semjast um tey stóru málini.
? Veljararnir hava sagt okkum, at teir vilja hava eitt Evropa, sum arbeiðir fyri teirra áhugamálum, og júst tað er endamálið við teirri nýggju grundlógini, sigur bretski uttanríkisráðharrin, Jack Straw.
Stórur ivi
Hetta er aðru ferð, at ES-leiðararnir royna at semjast um ta nýggju grundlógina. Í demsember í fjør miseydnaðist tað, tí Spania og Póland sýttu fyri at góðtaka atkvøðureglurnar hjá ráðharraráðnum.
Londini eru heldur ikki samd, nú tey hittast aftur, og í veruleikanum eru fleiri spurningar ósvaraðir. Rætt er tað, at londini eru komin nærri hvør øðrum aftan á samráðingar teir seinastu seks mánaðarnar, men kortini hevur eingin av leiðarunum torað at sagt, at hesaferð verða teir samdir.
Tann stóra mótstøðan ella líkasælan í nógvum av londunum er eisini ein ávaring um, at tað er minni enn so vist, at grundlógin verður sett í gildi, sjálvt um leiðararnir samtykkja hana. Í fleiri londum verður fólkaatkvøða um grundlógina, og tað tykist longu greitt, at uppskotið fer at fella í einstøkum londum.
Serliga í Bretlandi er mótstøðan stór, men danskir politikarar kenna seg heldur ikki vísar í, at uppskotið fær meiriluta, tá fólkaatkvøða verður har. Í Danmark verður hildið, at atkvøða teir bretsku veljararnir nei, fara danir at gera tað sama.