Kappingin er framvegis ung. Í dag verður punktum sett fyri fyrsta triðinginum, og so verða tað 54 stig eftir at spæla um, so alt ber framvegis til.
Men tað er einki at liggja omaná, at tað skjótt skal renna inn á kontuna hjá AB, um argjamenn ikki heilt skulu smokka niður ímillum í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.
Fyrsta takið er at lyfta seg upp á síðuna av teimum, sum eru næstaftast. Á tí plássinum er 07Vestur, og seinnapartin hittast hesi bæði liðini 07Vestur og AB í Sørvági.
Argjamenn hava verið illa skaðaplágaðir. Nú er tað greitt, at Nikolaj Eriksen ikki fer at spæla meiri í ár. Sambært AB heimasíðuni er knæskaðin so mikið álvarssamur, at tað ikki verður hugsningur um at spæla fótbólt næstu nógvu mánaðirnar. Nikolaj Eriksen varð skaddur undir venjing í vikuni eftir fyrsta umfarið.