Kroysta neyvan Kristin úr Løgtinginum

Men nýggi meirilutin fær alt valdið í Tvøroyar býráð – hóast Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri

Men nýggi meirilutin fær alt valdið í Tvøroyar býráð – hóast Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri.

 

Greingin: Enn er ikki greitt, hvussu valdsskiftið í Tvøroyrar býráð fer at enda. Men greitt er, at meirilutin hjá Kristin Michelsen hevur mist valdið, eftir at Kristina Roest, sum varð vald á listanum hjá Kristini Michelsen, er farin av listanum, úr samgonguni og upp í Javnaðarflokkinum, sum tí nú hevur meirilutan í Tvøroyarar býráð, fýra av sjey sessum.

 

Róð hevur verið framundir, at nýggi meirilutin fór at krevja av Kristini Michelsen, at hann skuldi velja ímillum annaðhvørt at sita sum borgarstjóri ella sum løgtingsmaður. Býráðið kann til eina og hvørja tíð nokta borgastjóranum at røkja løgtingsesssin.

 

Men enn er einki sum bendir á, at meirilutin ætlar at fara so harðliga fram. Hinvegin gera tey kunnugt, at tey hava boðið nýggja minnilutanum – sum sambært lógini varðveitir borgarstjórasessin – eisini at fáa varaborgarstjóran og ein formanssess afturat.

 

Men hesum tilboð hevur nýggi minnilutin havnað.

 

Í nýggja minnilutanum eru Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir og Alvi Mortensen

 

Meirilutin tilskilar sær hereftir formanssessin í teimum fýra nevndunum, sum eru eftir.

 

Tey fýra í nýggja meirilutanum eru Bjarni Hammer, Súsanna Bertholdsen, Kristina Roest og Bogi Johannesen – og sambært teimum krevur minnilutin at fáa tríggjar nevndarformenn, borgarstjóran og varaborgarstjóran.

 

– Hetta ber sjálvandi ikki til, og kunnu vit sum meiriluti ikki góðtaka slík krøv, ið eru alt annað enn rættvís. Tá nývalda býráðið varð skipað á fundi 29. november 2016, fingu javnaðarumboðini einki bjóðað. Vit hava sitið uttan fyri alla ávirkan og í veruligari andstøðu síðan valið.

 

– Táverandi meiriluti valdi henda leistin. Núverandi meiriluti ynskir tó ikki at føra tílíkan politik. Vit vilja brúka allar tøkar kreftir, tí vit vilja tað besta fyri Tvøroyri. Tí hava vit bjóðað minnilutanum at vera við, siga tey fýra í nýggja meirilutanum.

 

Kemur tað til skarpskeringar, so kann nýggi meirilutin velja allar sessir av nýggjum og taka sær allar formanssessir og varaborgarstjórasessin. Tað einasta, sum ikki kann broytast, er borgarstjórasessurin.

 

Útsøgnin hjá meirilutanum bendir á, at hann ikki ætlar at fara so harðliga til verka, sum hann kundi. Tí er eisini hugsandi, at tey ikki fara at krevja av Kristini Michelsen, at hann skal leggja løgtingsessin frá sær. Eitt slíkt krav hevði uttan iva skapt rumbul í samgonguni.

 

Um Aksel V. Johannesen er spurdur til ráðs, so hevur hann uttan iva mælt teimum frá at seta Kristini Michelsen slíkt ultimatum, tí hann hevur longu hótt við, at so fer at hann at gera arbeiðið hjá landsstýrinum trupult.

 

Hóast Javnaðarflokkurin á landsfundi hevur samtykt, at floksins umboð ikki skulu røkja fleiri sessir, so hevur Javnaðarflokkurin bæði í Havn, í Klaksvík og fyrr á Tvøroyri loyvt borgarstjóra at røkja løgtingsess.

 

Tí er mest hugsandi støðan, at Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri og løgtingsmaður, og at listi hansara í Tvøroyrar býráð fær teir seissir, sum nýggi meirilutin hevur boðið honum.