Tað vóru eingi tekn í stjørn og mána, at so stórur spenningur skuldi gerast um úrslitið av dystinum í Premier League i kvøld millum Champions League vinnararnar, Chelsea, og uppflytararnar frá Reading.
Alt gekk eisini sum væntað, tá Hazard gjørdi Chris Gutner púra í ørviti, so hesin tók beinini undan belgiska stórtalentinum, og Lampard nakað tryggari enn sunnudagin móti Wigan legði Chelsea á odda 1-0 frá brotssparkablettinum.
Men so eftir fýra minuttum mitt í hálvleikinum løgdu gestirnir seg á odda 2-1 við góðum headara frá nýkeypta Pavel Progrebnyak, og síðani við frísparki frá Danny Guthrie, sum Peter Cech onkusvegna kloddaði í málið.
Chelsea byrjaði við Ramires, Lampard, Mikel, Mata og Hazard á miðvøllinum, og til tíðir virkaði, sum hvørki Lampard ella Mikel megnaðu at fylgja við skjóta spælinum hjá hinum báðum.
Aftan fyri 1-2 sendi Di Matteo Oscar á vøllin eftir 57 minuttum fyri Ramires, og 10 minuttir seinni loysti Sturridge Mikel av.
Bara ein minutt seinni vildi Federici ikki standa aftan fyri Cech, og fyri aðru ferð í tveimum dystum kostaði hann liði sínum eitt mál, tá hann ikki megnaði at halda 25 metur skotinum frá Cahill.
Níggju minuttir fyri tíð spældi Chelsea seg so ígjøgnum í besta Barcelona stíli við smáspæli sum endaði við, at Ashley Cole kundi leggja inn til ein púra frían Torres, sum bara skuldi seta fótin á. At spaniólin so var á kantinum av rangstøðu er ein onnur søga.
Í yvirtíðini fór Reading málverjin, Adam Federici, fram við til eitt horna, sum tó endaði í einum mótálopi, har Torres fangaði bóltin í egnum brotsteigi og sendi Hazard avstað. Hann dró inn í Reading brotsteigin og sendi síðani tvørtur um tikl Ivanovic, sum lætt kundi senda bóltin fram við verjuleikaranum á mállinjuni til 4-2.
Chelsea liggur nú á odda við seks stigum eftir framskundaða dystin móti Reading. Komandi fríggjadag skal liðið spæla UEFA Super Cup móti Europa League vinnarunum, Atletico Madrid.










