Krovini eru ov bílig

Um prísurin á seyðakjøtinum síðani 1978 verður samanborin við tímalønina, eru krovini vorðin ein fjórðing bíligari.

Nú heystið stundar til og fjøllini skjótt verða gingin, eru bóndir so smátt farnir at fyrireika seg til flettingina. Sum vanligt er ávíst kjak millum bøndur, hvønn prís teir skulu selja fyri í ár. Meðan nakrir halda seg til tann prís, teir eru vanir at selja fyri, eru nakrir, sum royna at lata marknaðarkreftirnar ráða.

 

Ein bóndi í Klaksvík hevur hugt at prísinum á seyðakjøtinum frá 1978 til í dag og samanborið prísbroytingina við broytingina í tímalønini hesi árini. Niðurstøða hansara er tann, at prísurin, hann tekur fyri kjøtið er umleið 25 prosent lægri, enn kjøtið varð selt fyri í 1975.

 

Hann greiðir frá, at í 1978 seldu tey kjøtið fyri 26 krónur kiloið, sum svaraði til 92 prosent av tímalønini. Seinastu árini hevur hann selt kjøtið fyri 80 krónur kiloið, sum svarar til umleið 67 prosent av eini tímaløn, men tá er eftirløn ikki tikin við í roknistykkið.

 

Skuldi hann fingið tilsvarandi prís í ár, sum hann seldi kjøtið fyri í 1978, skuldi prísurin á kjøtinum verið 122 krónur kiloið. 

 

Vandin við at seta prísin á føroyska kjøtinum ov høgan er, at fólk so heldur keypa íslendskt kjøt, sum í handlunum verður selt fyri umleið 60 krónur kiloið. So er spurningurin, hvussu nógv fólk eru sinnaði at rinda, fyri at keypa føroyskt.