Filmurin ?Ein regla um dagin má vera nokk? fer beint í krovið á listini og er alt annað enn keðiligur, skrivar ummælarin Kim Simonsen í Sosialinum. Í kvøld klokkan 21 vísir Filmsvikan nýggja filmin hjá Katrini Ottarsdóttir ?Ein regla um dagin má vera nokk? um listamannin Tórodd Poulsen.
Í ummæli í Sosialinum gevur Kim Simonsen filminum fýra av seks stjørnum.
Millum annað sigur Kim Simonsen soleiðis um filmin:
- Tað góða við filminum um Tórodd, er at hann ikki er rein ævisøga. Tilgongdin er meiri her og nú, og tey fáu brotini um fortíðina hjá listamanninum koma inn í myndina á ein lættan og nátúrligan máta.
- Vit fara beint í krovið á listini og ongum øðrum. Tóroddur sleppur sjálvur framat at lesa yrkingar, ofta alment og øll vita, at hann kanska er Føroya besti upplesari á einum palli saman við einum rokkorkestri.
- Filmurin er sum Tóroddur skiftandi - livandi, hetrogenur - og torir at lata rútmuna skifta og spæla saman við rútmuni í yrkingunum og málningunum hjá listamanninum. Stundun brýtur í bæði borð, og onkuntíð er djúp tøgn. Hetta ger, at filmurin er alt annað enn keðiligur.
- Ein serlig styrki við filminum er tað, at Katrin Ottarsdóttir fangar, at undir øllum skemtinum og handan ironiina er eitt menniskja, sum hugsar djúpar tankar um deyðan, um at liva við tankanum um lívið aftaná deyðan og ein maður, sum passionerað hatar skipaða religión og smáborgarligheit og mangt annað.