Tá Elin Dagbjartsdóttir Neshamar skuldi av húsum í morgun, sá hon at hjalshurðin stóð opin. Tá hon fór at lata hana aftur, sá hon, at krovið, ið hekk inni í hjallinum, var stolið.
Vanliga hava tey heingilás á hurðini, men tað var ikki í og tí hevur gerningsmaðurin tikið sær tað frælsi at fara inn í hjallin og taka krovið.
Elin Dagbjartsdóttir Neshamar skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga:
Krovið er stjolið!
Tá børnini og eg fóru út í morgun, stóð hurðin í hjallinum á glopp. Eg hugdi líka inn áðrenn eg skuldi koyra hurðina aftur, og har sá eg at krovið sum hekk var vekk! Stjolið! Onkur hevur gingið heilt upp til inngongina hjá okkum, er farin inn í hjallin og tikið tað einasta krovið, sum hekk har!!
Tað er ótrúliga óbehagiligt og ørkymlandi!!
Vit plaga altíð at hava hongilás á, men av onkrari orsøk er tað ikki komið á enn. Og egentliga havi eg hildið tað verið eitt sindur overkill, tí hvør fer at stjala úr einum hjalli?
So... Eg heiti á tykkum, skaffi tykkum eitt hongilás!!









