Krov flóta í fjøruni í Kollafirði

Tað sær ikki sørt undarligt út, at eini 10 turr krov liggja og flóta í fjøruni í Kollafirði.

Tað sær ikki sørt undarligt út, at eini 10 turr krov liggja og flóta í fjøruni í Kollafirði. Tað helt Fríðhild Debes, sum býr í Líðini í Kollafirði, eisini.

 

Hon hevur fyri umleið tveimum tímum síðan tikið nakrar myndir av flótandi krovunum og hevur lagt myndir út á sína facebook-síðu.

 

- Eg sá hesi krov liggja og flóta út fyri, og eg tók nakrar myndir. Eg helt, at hetta sá mær so løgið og óvanligt út.

 

Fríðhild Debes sigur, at hon hevur boðað Tórshavnar kommunu frá hesum, og Umhvørvisstovan hevur verið á staðnum og hevur tikið nakrar myndir.

 

- Eg veit ikki, hvaðani krovini eru komin, men sum eg havi skilt, liggja nøkur onnur krov og flóta longur úti á.

 

Hon sigur, at ættin hevur ligið upp á land í Kollafirði í nakrar dagar, men hon hevur onga hóming av, hvaðani krovini eru komin, og hví tey liggja og flóta í sjónum.

 

- Í løtuni er maður mín í holt við at hála nøkur av krovunum upp á land. Hetta er í øllum førum ikki rætti máti at burturbeina kjøt, heldur Fríðhild Debes fyri.