Tekstur Jóh 12,24-26:
"Vit vilja fegin fáa at síggja Jesus." Hetta ynskið elvdi til tey orð, sum vit nú hava hoyrt.
Ynskið kom frá nøkrum grikkum, sum fóru niðan til Jerúsalems at halda bøn tær seinastu páskirnar, Jesus var saman við fólki sínum. Teir vóru farnir til lærusveinin við tí grikska navninum, Filippus, við ynski sínum. Hann fær Andrias við sær til Jesus við ynskinum hjá hesum grikkum.
Tá ið Jesus hoyrir áheitan teirra, svarar hann teimum: "Teir kunnu síggja meg, men so mugu teir koma við niðan á Golgata!"
Tað er eingin, sum kann fáa at síggja Jesus, uttan hann sær hansara kross eisini.
Øll Skriftin er um krossin. Tann, sum skal skilja Bíbliuna og Jesus, má fyrst skilja krossin. Til tað grikska kirkjuliðið í Korint, har jødakristin eisini funnust, skrivaði Paulus: "Eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Kristus og hann krossfestan." (1. Kor 2,2). Tess vegna kann kristna gudfrøðin verða nevnd ?krossins gudfrøði" (Luther).
"Vit vilja fegin fáa at síggja Jesus." Betri ynski kann eingi hava. Men svarið er Golgata.
Men hvør vil hava við ein krossfestan frelsara og harra at gera? Ikki okkara náttúra. Tí í Jesu krossfesting er alt tað, sum vit kunnu halda hánt um.
-Tað er eingin tign yvir einum krossi.
-Krossurin er eitt avrættingaramboð.
- Tað er einki stórt, einki avbært, einki flog yvir honum heldur.
-Hvat kann ein krossfestur maður gangna mannaættini?
-Hvønn sigur hevur hann vunnið, sum har hekk?
- Hvørji verk hevur hann skrivað?
-Nei, hasin maðurin er ikki øðrvísi enn so mangir aðrir, sum hava hildið seg funnið sannleikan.
-Og so sigur hann seg at vera sannleikan?
-Og vegin. Og lívið??
Tað kann ikki hava verið lætt hjá teimum fyrstu kristnu at boða hin krossfesta. Men nakað annað høvdu tey ikki.
Paulus, størsti oddamaður og undangongmaður, sum kristna kirkjan hevur átt, fór tó sum eitt óløgi um alt tað rómverska ríkið. Óræddur og við stórum treysti stóð hann á hvørjum torgi og heyggi og rópaði boðskapin um hin krossfest út til øll, sum vildu hoyra.
Hvat fólkaslag hann kom til, hvørja mentan og hvønn átrúna tey høvdu, so boðaði hann gleðiboðskapin um mannin úr eini bygd í Ísrael, sum eitt Nazaret. Tí Paulus hevði sæð Jesus. Hann hevði sjálvur møtt tí krossfesta og uppristna!
Paulus, sum var jødi og kendi heimsspeki og hugburð hjá fólki í síni tíð, hann visti, hvat menniskjum tørvaði: Ein frelsara, sum kundi fyrigeva teimum teirra synd. Á miðjum Areopagos í Athen segði hann til dømis: "Gud ? boðar ? nú menniskjunum, at tey øll allar staðir skulu venda um, við tað at hann hevur ásett ein dag, tá ið hann vil døma mannaheimin við rættvísi av manni, sum hann hevur fyriskipað til tess, og hetta hevur hann gjørt fullvíst fyri øllum, við tað at hann reisti hann upp frá deyðum." Summir spottaðu, summir vildu hoyra meira, men nakrir tóku við.
Til korintmenn heldur hann á at skriva: "Vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap ? lítið at kallan tykkara, at tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir hábornir; men tað, sum heimurin heldur dár-skap? tað, sum heimurin heldur veikt? og tað, sum vanvirt er, valdi Guð sær út, og tað, sum einki er, fyri at gera tað til einkis, sum er, til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði" (1. Kor 1,23.26-29).
Við Jesu kross standa vit menniskju við hina sterkastu megi, sum til er. Við Jesus kross ert tú so nær Gudi, sum tað ber til at koma. Har verða vit og alt okkara gjørt til skammar. Har verða vit boygd og eyðmýkt, tí tann kærleiki, sum hesin krossur umboðar, er Guds ofrandi kærleiki. Tað blóð sum haðani rann, er tann heilivágur, sum eina gevur menniskjum lív og vón og gleði og frið. Við krossin fær menniskjað svarið upp á sína óeydnu, sína langtan og sína tráan. Har fær tað styrki og treysti at liva hetta jarðarlívið, at taka lívsins stóru og mongu avbjóðingar, og einferð at standa andlit til andlits við deyðan.
Jesu krossur
"Vit vilja fegin fáa at síggja Jesus." Tað er gott, at tit spyrja tit griksku evropear! Komið við mær niðan á heyggin, so skulu tit fáa at síggja meg. Men tað er bara har, at tit veruliga síggja meg.
"Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst."
Eitt hveitkorn, ella eitt setepli, sum ikki doyr, ger onga nyttu. Tað er ikki fyrrenn í deyðanum, at tað fær verið tað, sum tað er ætlað. Og við deyða sínum kundi Jesus geva heiminum lív - ævigt lív! Hetta er tann mikli ávøksurin, hetta er orðið um krossin, hetta er gleðiboðskapurin, at ein er deyður fyri okkum tann deyðan, sum vit áttu at doyð. Víst hava vit øll deyðan í likami okkara, men einaferð skal Gud reisa upp hini deyðu og geva teimum eitt ódeyðiligt likam og ævigt lív, sum her tóku ímóti frelsuni í Jesusi. "Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr" (Jóh 11,25).
Tað var við deyða sínum hin 29. juli í 1030 á Stiklastøðum í Verdali í Tróndaløgum, at Ólavur kongur Haraldsson gjørdist Ólavur Halgi, gjørdi Noregs fólk kristið og savnaði tað til eitt fólk. Á saman hátt var tað við deyða sínum, at Jesus vann sær sjálvum eitt fólk her á foldum.
Okkara krossur
"Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann."
Av náttúru elska við okkum sjálv, og vilja vit okkum sjálv. Jesu krossur lærir okkum at avnokta okkum sjálv og fylgja Jesusi eftir. At hoyra hansara orð og gera eftir tí, hóast okkara kenslur og okkara vit og skil vilja tøla okkum til nakað annað. Tað er við Jesu kross at vit hava kallið at tæna honum og næsta okkara.
At Jesus doyði, bar miklan ávøkst. At vit doyggja gevur okkum ævigt lív. Tá ið okkara doyr, er pláss fyri øðrum menniskjum enn okkum sjálvum. Evni okkara kunnu tá nýttast til onnur, somuleiðis okkara orka, tíð og peningur. Vit kunnu rósa øðrum, gleða onnur, byggja onnur upp, lívga onnur og verða við at vísa teimum á frelsuna og lívið í Kristi.
Jesus var fyrimyndin, sum ápostlarnir høvdu. Til háð og spott vóru teir millum jødar og grikkar, millum rómverjar og barbarar. At elska, at vísa náði og miskunn, tað vóru ikki dygdir, sum muntu, varð hildið. Jú! Tað skuldi júst vísa seg, at tað hveitikornið, sum doyr, tað ber ávøst. Við virksemi teirra kristnu kom tann menniskjansliga og samfelagsliga menning, sum kend er um allan heim, tá ið talan er um skúla og heilsu.
Eisini norðbúgvar, okkara fedrar, møttu tí kærleika, sum vellur frá Jesu krossi. Ansgar í 800-árunum og nógvir aðrir trúboðarum eftir hann komu so við og við at gagna okkum og okkara grannatjóðum. Kristus kendu teir í fyrstuni ikki sum tann krossfesta, sum doyr fyri okkum. Hann var líkari einum kongi, tá ið teir skuldu mynda hann á krossinum. Men sum tíðin leið varð kongakrúna hansara skift um við eina tornakrúnu.
Nú Kirkjubøstólarnir hesa ólavsøkuna eru at síggja aftur alment í landi okkara, skal verða nevndur tann eini stólurin, hann við Andriasi, sum var Jesu fyrsti lærsveinur, sum leiddi Pætur til Jesus, og seinri kom saman við Filippusi við ynskinum frá grikkunum. Á stólinum verður hann avmyndaður við einum X-skapaðum krossi, sum sambært søgnini kemst av, at hann varð krossfestur á einum krossi við hesum skapi. Jú, mong eru tey vitni, sum gjørdust blóðvitni, men blóð teirra var sáð kirkjunnar. Sum tey sáddu, so heystaðu tey!
Tað er tí ein stór gleði, at vita, at av fólki okkara eru mannfólk og konufólk, ung og gomul, sum enn vilja bera byrðar bæði her heima og úti í tí stóra heimi. Hagar fedrar okkara fóru á ránsmannaferð, fara tey nú við gleðiboðskapinum um hann, sum elskaði tey og gav seg sjálvan upp fyri tey. (Gal 2,20).
At bera kross í Føroyum
Nógv kann verða sagt eina løtu sum hesa. Okkum øllum, sum hava ábyrgd í hesum landi, verður ynskt, at vit skulu fáa styrki frá hinum livandi Gudi at bera byrðar.
Tykkum mongu, sum gagna okkara fólk innan dagstovnar- og hjálparstovnar, innan skúlaverk og heilsuverk, innan sløkkiliðs- og bjargingararbeiði, innan politiið, tykkum verður ynskt Guds signing og styrki at bera kross, at tola, hóast tað kann vera trupult.
Tykkum í landsins umsiting og landsins stjórn, okkara landsstýri og løgtingi, verður ynskt Guds signing, treysti og áræði í tí, sum koma skal. Eisini tit eiga at avnokta tykkum sjálv og gera tað, sum tit vita er rætt og gagnar okkara fólki. Latið arbeiðið at yvirtaka fólkakirkjuna fáa góða viðgerð, lurtið eftir øllum pørtum, og komið tykkum ikki upp í kirkjunnar innaru viðurskifti. Guds orð er kirkjunnar stevna, og kirkjunnar harra skulu vit øll standa til svars. Gevið tí kristiliga her á landi bestu kor. Lat hetta vera tykkum ein heiður!
Til seinast skal henda løta verða nýtt at heita á okkum, sum eru foreldur, at vit taka ábyrgd okkara í størsta álvara. Tað er ikki tað almenna, tað er ikki skúli, tað eru vit, sum hava ábyrgd at menna og skúla okkara børn. Tað er eisini okkara ábyrgd, at tey verða lærd upp í hinum kristiliga barnalærdóminum!
Við dópinum hava vit foreldur eisini bundið okkum í kirkju okkara at ala tey upp í Guds orði, so at tey fáa at síggja Jesus krossfestan. Kristni í skúlunum hevur týdning, sunnudagsskúlarnir eisini, men einki hevur so stóran týdning sum fyridømi foreldranna. Stór norsk kanning hevur víst, at tað eru foreldrini, sum børnini fyrst og fremst taka eftir, hvat átrúna viðvíkur. (Sigmund Harbo: Barndomserfaringer og voksentro, Universitetsforlaget, 1989).
Skal tjóð okkara varðveita tað andaliga kjølfesti, sum hon hevur havt, mugu børn okkara læra um kristnu trúnna. Til hetta endamál fæst gott tilfar, t.d. barnabíbliur í alskyns útgávum og onnur hjálparamboð. Vit hava nógv at hugsa um, tað vita vit, men vit kunnu tó ikki lata tann arvin gleppa okkum av hondum, sum vit hava fingið litnan til. Latið Guds orð altíð verða "várt arvagóðs". At vit biðja fyri okkara børnum og ommubørnum og abbabørnum, hevur líka stóran týdning.
Tað er eingin kirkja ella samkoma sum kann gera tað arbeiði, sum foreldur kunnu gera, og tað er heldur eingin menniskjanslig megi, sum kann gera enda á kristnu trúnni, um vit foreldur taka andaligu ábyrgd okkara í álvara. Tað vísti seg eisini, tá ið Jarntjaldið varð tikið niður eystanfyri, at tað júst høvdu verið foreldur og ommur og abbar, sum høvdu hildið kristnu trúnni livandi hóast harða og áhaldandi atsókn.
"Vit vilja fegin fáa at síggja Jesus." Ja, men, tað kanst tú eisini! Hygg at krossinum, sum reistur varð á Golgata. Síggj, at hann, sum á honum hekk, doyði fyri okkum sum eitt offur vegna okkara synd, og síðan sum ein fyrimynd fyri okkum, hvussu vit eisini eiga at bera kross og avokta okkum sjálv.
Latum okkum minnast hetta, hvørja ferð tit síggja vakra flagg okkara - "Merkið". Krossurin er har - og hann er reyður? Latið hetta vera merki okkara!
Í trúnni á hin krossfesta og upprisna tora vit at bera "tað merki, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land."
EINGIN KROSSUR, EINGIN KRÚNA!
"Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu!" (Opb 2,10) "Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin [kongur konganna og drottur drottanna] æra hann." Amen.