Tað boðar heimasíðan hjá Havnar Bóltfelag frá í kvøld.
Jón Krosslá Poulsen er 22 ára gamal og spældi í fjør við FC Suðuroy, sum flutti niður. Persónliga gekk tað tó rættiliga væl hjá unga suðuroyinginum, ið gjørdi 12 av 33 málum hjá FC Suðuroy.
HB boðar eisini frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 19 ára gomlu Jógvan Rói Davidsen og Óla Arge. Jógvan Rói Davidsen hevur verið á vøllinum fyri besta liðið hjá HB nakrar ferðir, meðan Óli Arge framvegis eigur fyrsta dystin til góðar.