SKÁLA SKAÐI
Tá ið landsliðið í heyst var á Kypros og í Írlandi, taldist Arnhold Berg á Skála millum teir átjan spælararnar. Í hvørgari uppgerðini var hann á vøllinum. Men avrikini hjá honum á góða Skála liðnum í fjør bendu á, at landsdystirnir mundu fara at koma.
Nú tykist tað greitt, at møguleikin hjá Arnholdi at sleppa upp í part á landsliðnum í ár er burturi, áðrenn Arnhold nakrantíð hevur vant og spælt við Skála í hesum árinum.
Krossbandið er farið, og tað er rættuliga ivasamt, um Arnhold yvirhøvur verður førur fyri at spæla í hesum kappingarárinum. Sjálvur vónar hann, at tað fer at bera til at vera við eftir summarsteðgin, men hann ásannar samstundis, at vánirnar fyri tí eru einki serligar.
- Eg venji saman við fysioterapeutinum hjá Skála. Krossbandið er ikki heilt slitnað, og tað verður sagt at vera týdningarmikið, at eg venji. Enn er ikki heilt greitt, um talan verður um skurðviðgerð, ella um tað fer at bera til at venja skaðan burtur, meg eg skilji, at tað verður mett mest sannlíkt, at talan verður um skurðviðgerð. Eg skal á Landssjúkrahúsið at kannast eina ferð afturat, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal gerast og nær tað skal gerast, sigur Arnhold Berg.
Skaddur í hondbólti
Tá ið vit fregnast um, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Arnhold varð skaddur, so vísir tað seg, at álvarsami skaðatilburðurin ? sum so mangan hjá fótbóltsspælarum - einki hevði við fótbóltin at gera.
- Eg spældi hondbólt við næstbesta liðnum hjá StÍF. Vit fóru í snarálop, og eg var í holtur við eina rullufintu, sum tað verður nevnt, tá ið beinið stóð fast, og okkurt gekk fyri í knænum. Pínan var øgilig, og tað var ikki hugsningur um at spæla víðari. Um hetta mundið var eg til sveinaroynd í Klaksvík. Eg varð kannaður á sjúkrahúsinum har norðuri, men í fyrsta umfari fekk eg ikki nakað at vita um skaðan. So var ein danskur serlækni á Landssjúkrahúsinum, og tað var skjótt, at hann staðfesti, at tað var krossbandið, sum var skatt. Tað var ikki farið av, men talan er um skaða, sum fer at halda mær burturi frá fótbóltinum í nógvar mánaðir, sigur Arnhold Berg. Sveinaroyndina fekk hann frá hondini í øllum góðum, og hann arbeiðir á skipasmiðjuni á Skála, men ítrótt er ikki hugsningur um at íðka nú.
Plagar tú at spæla hondbólt?
- Í hesum hondbóltsárinum havi eg gjørt millum lítið og einki við tað. Eg hevði vant í eina viku, og ætlanin var ikki at gera nakað serligt við hondbóltin. Eg hevði ætlað at lagt nógv fyri í fótbóltinum, og eg hevði ikki hugsað um skaðar. Í fjør hevði eg í ein mánað trupulleikar av ryggskaða, men annars havi eg ongantíð verið skaddur øll tey árini, sum eg havi spælt fótbólt. Men nú havi eg so fingið mín part av tí kvotuni, staðfestir Arnhold Berg. Hann hevur ofta verið vongverji, men í fjør var hann miðverji hjá skálamonnum, sum vunnu bronsukrónur.










