Krossarnir á Toftanesi og fyrsti kristindómurin í Føroyum

    

Sambært Føroyingasøgu varð kristindómurin settur í gildi í Føroyum um ár 1000. Við staðfestingini av teimum báðum krossunum úr træi, sum fundnir vórðu í grevstrinum í víkingaaldargarðinum á Toftanesi í Leirvík, er nú fingin ein ítøkilig fráboðan um, at eitt kristi samfelag hevur verið har á staðnum fyri ár 1000 (Mynd 1-2). Fundirnir á Toftanesi eru tískil ein álvarslig avbjóðing til ta vanligu uppfatanina av tí fyrsta kristindóminum í Føroyum. Latið okkum tí royna at seta hesar báðar krossar inn í ein størri mentanarligan samanhang.
Fyrsti spurningurin kann verða: Eru slíkur krossar kendir aðrastaðni? Ja, úr norðbúgvagravum í kirkjugarðinum á Herjolvsnesi í Suðurgrønlandi. Tá ið grivið varð har fyri umleið 100 árum síðani, vórðu funnar nógvar gravir, sum av grevstrarleiðaranum, Poul Nørlund (seinni stjóri á Danmarks Nationalmuseum) vórðu tíðarfestar til miðøld, umleið 1150 til 1450. Gravirnar eru fyrst av øllum kendar fyri tey sera væl varðveittu klæðini, men har vórðu eisini funnir umleið 60 krossar úr træi, sum í mongum føri eru lagdir omaná bringuna á teimum deyðu ella omaná kistulokið. Longdin av hesum krossum er frá 11 cm til 69 cm (Mynd 3).
Krossarnir á Toftanesi líkjast á nógvum økjum teimum grønlendsku bæði í skapi og stødd. Tað er valla nakar ivi um, at annar av krossunum er eftir írskari fyrimynd ? ein sonevndur "keltiskur krossur". Hetta slagi av krossum er nógv til av á Herjolvsnesi, og Poul Nørlund skrivaði í 1924 soleiðis: "vit eru so heppin millum krossarnar á Herjolvsnesi, at hava minst ein bólk við so sermerktum skapi, at teirra uppruni kann staðfestast við størsta neyvleika. Tað er tað væl kenda sniðið við sirkulrundum útholingum í hornunum, summir víðir opnir hálvsirklar, aðrir smáir næstan afturlatnir cirklar (....) Tað er tann einfaldi "Keltiski Krossurin", sum í so langa tíð var í brúki á steinminnisvarðum í teimum bretski oyggjunum, serliga í Skotlandi og Írlandi ? bæði á standandi krossum og á gravsteinum (....) hetta einfalda skapið varð brúkt heilt niður í 12. øld".
Tá ið Poul Nørlund í 1924 almannakunngjørdi krossarnar á Herjolvsnesi, tulkaði hann teir sum líkkrossar. Henda tulking hongur helst samnan við, at teir allir vóru funnir á kirkjugarðinum, lógu sum nevnt á bringuni á tí deyða ella á kistulokinum. Hildið varð, at krossarnir vóru gjørdir í sambandi við sjálva jarðarferðina. Hóast aðrir krossar seinni vórðu funnir í grevstrum í bóndagørðum frá norðbúgvatíðini í Grønlandi, og ikki bert á kirkjugørðum, var tulkingin hjá Poul Nørlund av krossunum yvirhøvur galdandi hjá øðrum fakfólki.
Við teimum grønlendsku krossunum sum grundarlag og øðrum krossum, t.d. frá Bryggjuni í Bergen, eru tey seinnu árini álvarslig spurnartekin sett við upprunaligu tulkingina hjá Poul Nørlund av krossunum sum líkrossar. Nógv vilja heldur tulka teir sum sonevndar andaktskrossar. Hesir krossar hava staðið inni í húsunum at verja húsfólkið og halda tí illa burtur. Tað, at krossarnir oftast eru spíðskaðir í niðara enda, bendir á, tí teir helst hava staði í einum haldara ella staka. Í summum førum, sum tað sæst á kirkjugarðinum á Herjolvsnesi í Suðurgrønlandi, hava krossarnir fylgt tí deyða í grøvina og harvið endaðir sum líkkrossar.
Men hví liggja so trækrossar á einum víkingaaldargarði í Leirvík, sum eftir tíðarfestingini er frá heidnari tíð?
Tað eru nógv dømir um eina sterka írska ávirkan á Føroyar í víkingaøld. Málfrøðingarnir Jakob Jakobsen og Christian Matras vísa á eina røð av írskum lániorðum í tí føroyska málinum. Í hesum sambandi er áhugavert at vísa á, at heiti á teimum nógvu summarbústøðunum frá víkingaøld, sum liggja burtur frá bygdum kring um í oyggjunum, ikki bera tað fornnorrøna heiti sætr, men harafturímóti tað fornírska heiti fyri sæter - áirge -, sum ein partur av staðarnavninum, td. Ergisdalur og Argisbrekka.
Í Íslandi eru funnar nógvar gravir frá víkingaøld við t.d. ríðiútgerð, bátum, vápnum og stórum prýðum til kvinnubúna, sum alt sermerkir heidnar gravir. Slíkar gravir eru ikki funnar í Føroyum. Tvey støð eru kend sum gravstøð frá víkingaøld, nevniliga við Kirkjugarð heima á Sandi og yviri í Trøð í Tjørnuvík. Gravirnar á Sandi eru tíðarfestar til 10. og/ella byrjanina av 11. øld, meðan gravirnar í Tjørnuvík eru tíðarfestar til 10. øld. Gravirnar á Sandi vendu allar eystur-vestur og tann jarðaði hevði fingið nakrar persónligar lutir við. Hetta eru bæði tekin um kristnar gravir. Ein av gravlutunum er ein vakurt lítið bronsuprýði av írskum uppruna. Í Tjørnuvík, har gravirnar høvdu fáar gravlutir, er tað mest sermerkta ein bronsunál av írsk-skandinaviskum sniði - helst framleidd í Dublin í víkingaøld. Tvær nálir av sama slagi eru eisini funnar á Toftanesi.
Um góðtakast kann, at fólk á Toftanesi - og í Føroyum sum heild - vóru kristin fyri ár 1000, kann tað vera ein frágreiðing um at ongar vanliga heidnar gravir eru funnar í Føroyum á sama hátt sum í Skandinavia, Írlandi, Skotlandi, Orknoyum, Hetlandi og Íslandi. Men hvar eru fólk í víkingaøld so jarðað? Svarið kann liggja í teimum sonevndu bønhúsunum, sum toftir eru av ymsa staðni í landinum. Hesir smáu kirkjubygningar hava ligið mitt í kirkjugarðinum, sum er sermerktur við at hava ein sirkulskapaðan garð allan vegin runt. Tann best varðveitta toftin av einum slíkum bønhúsi er í Leirvík (Mynd 4), og onnur góð dømi eru á Velbastað og í Mikinesi. Staðarnøvn eru prógv um, at nógv fleiri av hesum slagnum av bygningum hava verið kring oyggjarnar. Enn hevur eingin fornfrøðisligur grevstur verið gjørdur í nøkrum av bønhúsunum.
Eitt áhugavert fyribrigdi við hesum bønhúsum er tann klingrutskapaði garðurin kring bønhúsið. Hetta skap er ikki kent frá samtíðini í Skandinavia, men kann metast at vera eitt fyribrigdi, sum hevur sínar røtur í tí elsta kristna umhvørvinum í Írlandi. Tað er kent allan vegin úr Írlandi, um Suðuroyggjar (Hebridurnar), Hetland, Føroyar, Ísland og til norðbúgvabygdirnar í Grønlandi. Bønhúsini eru søstatt enn ein ítøkilig ábending um, at tey vestastu víkingaaldarligu niðursetusamfeløgini í Norðuratlantshavi í stóran mun hava havt sterkar mentanarligar røtur í tí írska kristna økinum.
Niðurstøðan av hesum øllum er, at Føroyar av fyrstan tíð vóru undir sterkari írskari og harvið kristnari ávirkan - ella fyri at siga sum er: ein stórur partur av teimum fólkunum, sum búsettust her í víkingaøld, vóru írsk-kristin. Tjóðfrøðiliga sæð høvdu tey ein blandaðan skandinavisk-keltiskan uppruna. Tey komu óivað frá norðurlendingum, sum longu tíðliga í 800-árunum høvdu búsett seg í økinum kring Írskahavið, serliga í Suðuroyggjum, har tey eftir stuttari tíð gjørdust partur av tí kristna, keltiska samfelagnum. Tí er tað ikki løgi, tá ið íslendsku søgurnar sigur frá, at tey fyrstu landnámsfólkini høvdu keltisk og kristin nøvn.
At Føroyar seinni - í miðøld - kom undir norsku kirkjuna og kong og harvið inn í eitt reint skandinaviskt mentanarumhvørvi er eingin loyna. Men tað er nógv, sum bendir á, at í Føroyum vóru kristin fólk heilt frá byrjan, og at hesin kristindómurin hevur sínar røtur í Írlandi heldur enn í Skandinavia.