Vit kenna øll poseringarnar, sum fólk gera, tá tey hava vunnið eina kapping ella eru ovurfegin, tí tey møguliga hava vunnið ein stóran lottovinning. Hetta við at lyfta armarnar um høvið í sigursgleði. Hendan poseringin er eitt sokallað "power pose".
Íí djóraheiminum er power pose onki ókent fyribrigdi. Greið dømi um hetta eru millum annað gorillan, sum stillar seg á afturbeinini og slær seg á bringuna, og vísur soleiðis at hon hevur ræði.
Tað eru fleiri ymisk sløg av power pose, og hesi henda nattúrliga, tá vit kenna okkum máttmikil. Vit gera okkum størri, uttan at vit hugsa um tað, tí tað liggur í okkum biologiskt, eins og tað ger fyri djórini, sigur Mona Breckamann, fyrilestrahaldari og coach.
Hetta er ikki bert fyri at gera seg størri enn hini og soleiðis skara framúr, men tað vísur seg eisini, at tá tú poserar soleiðis, so minkar stress hormonið kortisol og sjálvsálitiðshormonið testostoron vaksur, greiðir Mona Breckmann frá.
Tí ber til at vaksa um sjálvsálitið og soleiðis samla sær mót áðrenn tú skalt gera okkurt, sum vanliga elvur til angist ella ger teg bangnan.
Longri samrøða við Monu um júst hvat hendir í kropppinum, tá vit brúka amboðið power pose, og hvussu vit brúka tað til okkara fyrimun verður í Sosialinum fríggjadagin.










