Kropsmál og útstráling er mín servøra

Tað er betri at duga væl við fólki enn at vera dugnaligur

Í hesum døgum er Mona Breackmann, við fyritøku síni MonaSolo, í Suður Afrika, og heldur fyrilestur í at brúka kropsmál og útstráling. Saman við henni eru tvær av partaeigarunum úr Svøríki.

 

-Vit tríggjar eru í ferð við at byggja fyritøkuna Smart Sisters Network, sum byrjar í Svøríki og sum síðani skal fara um allan heimin, sigur Mona.

 

-Av tí at eg ætli at bæði MonaSolo og Smart Sisters skulu verða globalar fyritøkur, so sigi eg ja til allar møguleikar eg fái uttanlands, soleiðis at eg fái eitt gott globalt netverk, greiðir Mona frá.

 

Mona fekk møguleikan at fara til Suður Afrika at halda fyrilestur, tí ein onnur fyritøka vísti áhuga í arbeiðinum hon ger, og vildi hava tey at læra seg um kropsmál og útstráling, við sølu fyri eygað. Fyritøkan, sum bjóðaði Monu til Suður Afrika fann Monu á netinum.

 

-Kropsmál og útstráling er mín servøra, og tað eru nógvir mátar at tosa um hasi bæði evnini á. Fyritøkur gerast alsamt meir varnar við týdningin av hesum. Ert tú sølufólk, so vigar tað at duga væl við fólki meir enn enn tað, sum tú dugur.

 

Hóast alt hetta kom í lag gjøgnum netið, so heldur Mona ikki, at nærveran hjá henni á netinum er nóg góð enn.

 

-Jú størri nærveran er á netinum, lættari verða tað at finna teg, og so verða fleiri fólk jú áhugað í at brúka teg. Hetta er bert byrjanin, tí um ein fyritøka finnur meg á netinum longu nú, so veit eg at eg kann verða dubult so góð og størri ting liggja fyri framman, sigur hon.

 

-Eg fór avstað við einum í huga, og tað var at koma at kenna tey røttu fólkini, og eg eri komin at kenna fleiri fólk, sum hava víst áhuga í báðum fyritøkunum hjá mær. Vónandi verður túrurin longri næstu ferð, soleiðis at eg kann síggja meir av landinum og mentanini, sigur Mona.