Mong okkara sita niðri megin partin av degnum. Gjøgnum dagin ganga vit bert stuttar teinar so sum út í bilin, inn á kontórið, á vesið, út aftur í bilin. Restina av tíðini sita vit niðri framman fyri einum skíggja. Tað er ómetaliga ósunt fyri okkum menniskju at vera so óvirkin so nógv av tíðini. Óvirkni kann elva til hjartasjúkur, sukursjúku, krabba og sálarsjúku.
Durita Poulsen, BA í føðslu og heilsu, greiðir frá, at vilja vit broyta hugburð og gera okkurt við trupulleikan á arbeiðsplássi okkara, so er umráðandi, at bæði starvsfólk og leiðsla eru við í tilgongdini. Hon mælir til, at hugt verður at, hvørjir karmar ein arbeiðir undir á arbeiðsplássinum, og síðani seta í verk kostætlanir og virksemi.
– Arbeiðsplássið kann leggja upp til ein sunnari gerandisdag við millum annað matarskipan og meir rørslu. Hetta er ikki nakað, sum kann noyðast niður yvir starvsfólkið, men starvsfólkið kann leiðast á eina sunnari kós. Tað er umráðandi, at stavsfólkið eisini hevur ognarkenslu og sjálvi velja sunnari loysnirnar í gerandisdegnum, sigur Durita Poulsen.
Durita heldur, at vit ikki skulu vera bangin fyri at taka evnið upp á arbeiðsplássinum, og tosa við hini um, hvussu man hevur tað, og hvat kann gerast fyri at fáa meir rørslu inn í gerandsdagin. Hon heldur eisini, at arbeiðsgevarin hevur áhuga í, at starvsfólkið hevur góða heilsu, tí tað elvir til betri trvina, minni strongd, meir produktivitet, og minni sjúkradagar. Hon mælir til, at ein fakpersónur inn á arbeiðsplássið og veitir góð ráð til leiðslu og starvsfólk, um ivi er í, hvussu farast skal fram.
– Tað eru nógvar ósunnar freistingar í gerandisdegnum alla tíðina, og tað nyttar lítið, um ein stendur einsamallur um hetta. Fá arbeiðsplássið og familjuna við, tí hóast ein kann gera nógv sjálvur, so verður ein eisini ávirkaður av tí, sum er rundan um ein, staðfestir hon.