Søgan um hin 44 ára gamla mannin, sum sjálvur sigur, at hann hevur ligið innikavaður í bili sínum í tveir mánaðir við Umeå í Svøríki, er farin um alt Evropa.
Tað var hósdagin, at tveir menn á kavaskutara funnu ein bil á einum skógarvegi í Svøríki, sum ikki er vorðin grivin fyri kava í vetur. Tá teir hugdu inn gjøgnum rútarnar á bilinum, rørdi okkurt seg innan fyri. Tá teir hugdu neyvari, sóu teir, at hetta var ein maður, ið var á lívi.
Boð vórðu send eftir sjúkrabili, og tá hesin kom á staðið, sóu teir, at ein maður lá innballaður í ein soviposa. Maðurin var ógvuliga illa á holdin komin og var næstan bara húð og bein. Sjálvur segði hann, at hann hevði verið innikavaður og hevði ikki verið úr bilinum síðan hin 19. desember.
Læknaverðin undrar seg yvir, at nakar kann hava ligið innikavaður í so langa tíð - og bara hevur livað at eitt sindur av kava til matna.
- Eitt menniskja klárar seg uttan mat í nakrar mánaðir, men uttan vatn bara í nakrar dagar.
Tað sigur yvirlæknin, Stefan Branth, sum starvast við akademiska universitetssjúkrahúsið í Uppsala.
- Tað finnast ongar kanningar um, hvussu leingi eitt menniskja klárar seg, og eg veit ikki um nakran, sum hevur klárað seg so leingi. Men alt veldst um umstøðurnar, sigur yvirlæknin.
Lagt verður aftrat, at bilurin hjá tí 44 ára gamla stóð krógvaður í kava, og kavin kann hava virkað sum bjálving og hevur syrgt fyri, at tað ikki gjørdist so ísakalt inni í bilinum, tó at kuldin uttan fyri hevur verið heilt niður í 30 stig.
Yvirlænin heldur, at kuldin kann hava elvt til, at maðurin er farin í eitt slag av dvala, eins og vit kenna hetta frá bjarnum um veturin.
- Eg vil meta, at hin 44 ára gamli hevur havt ein kropshita, sum hevur ligið um 31 stig, og tí hevur lági kropshitin gjørt, at lítil orka er brúkt. Kroppurin hevur frígivið sína egnu goymslu úr feitti, vøddum og proteini, sigur Stefan Branth, yvirlækni.










