Krónprinsurin

Hugleiðingar eg fekk í samband við altjóða kvinnudagin, sum var umrøddur í degi og viku herfyri. Har komu fleiri boð og orsøkir framm um hví kvinnurættindi enn í dag nógva staðni eru ikki eksisterandi, sum t.d. siðbundni, økonomi, maðurin fortjenar, hansara orð eru lóg. Hugburðsbroytingar taka langa tíð allastaðni.

 

Vit skulu ikki so langt aftur, hvar tað var alt avgerandi at fáa ein son.  Tað var nemliga bara hann sum arvaði. Margrethe drotning fekk undantaksloyvi at arva trúnuna, ella bleiv tað ein sonur onkran annan í familjuni. Hjá Mærsk var meiningin at ein verðsonur skuldi arva, men ein hending hevði við sær, at tað bleiv elsta dóttur teirra.

 

Soleiðis var eisini her í Føroyum, at sonurin arvaði - elst ella yngst - líkamikið. Hetta førdi við sær, at sonurin varð nakað heilt serligt. Fyrst kom ein genta, aftur ein... og so kom hann KRÓNPRINSURIN.

 

Hetta má hava ført við sær, at gentur hava følt seg sum nummar tvey, og ávirka teirra sjálvsálit. Haldi bara í sær sjálvum mangan menn hava havt meira sjálvsálit.

 

Eg haldi vit eru komin á mál viðvíkjandi hvat kyn barnið er. Eg havi ongum møtt enn, sum ikki er líka hjartans fegin um tað er genta ella drongur.

 

Men rákið móti kvinnuligum prestum, sum veruliga tók seg fram nøkur ár síðani. Og hví kvinnur í ymsum samkomun skula tiga, er mær óskiljandi - hóast eg eri kirkjugangari.

 

Málið hevur eisini nógv at siga, hvussu vit umtala kyni. Har hugsi eg t.d. um  rapparar, ið mangan hava eitt so niðrandi mál móti kvinnum, onkur hálv vánaligur stand up’ari - hetta breiðir seg.