Enskir granskarar hava nýliga varnast at sjúklingar við diagnosuni "kronisk møði"eisini hava kropslig eyðkenni, soleiðis at tað møguliga fer at bera til at stilla eina diagnosu í hesum sambandi við eini vanligari blóðroynd.
Diagnosan "kronisk møði" er ógvuliga torgreidd, og merkt av at sjúklingurin kennir seg fullkomiliga troyttan og útbrendan, uttan at til ber at finna nakra orsøk. Eisini plágast hesir persónar av høvuðpínu, ringum svøvni, konsentratónstrupulleikum og máttloysi.
Hendan støða kann halda á í mánaðir og ár og førir til stórar trupulleikar fyri sjúklingin og avvarðandi.
Kanningar hava avdúkað at nøkur gen hátta seg annarleiðis hjá teimum, ið eru rakt av kroniskari møði. Fleiri av hesum genum hava ein týðandi leiklut í framleiðsluni hjá kyknunum av energi til kroppin.
Konkret fyribrigdi í kroppinum kunnu vera ein orsøk til sjúkuna, og er kronisk møði ikki altíð nakað sjúklingurin hevur funnið uppá. Granskingarleiðarin Jonathan Kerr sigur, at tað er ávíst, at frágreiðingin til sjúkuna er at finna í teimum hvítu blóðlikamunum og teirra framferð. Tí vónar hann, at tað fer at bera til at gera medisinskar viðgerðarháttir.
Frágreiðingin hjá granskarunum verður almannakunngjørd í faktíðarritinum Journal of Clinical Pathology.
www.mozon.no