Sunnukvøldið tók ein krokodilla ein ellivu ára gamlan drong, sum var farin at svimja í einari á í indonesiska partinum av oynni Borneo.
Ein 15 ára gamal drongur, sum var saman við tí ellivu ára gamla, greiddi frá, at krokodillan tók vinmannin, sum ikki sást aftur. Hann visti eisini at siga, at krokodillan var rættiliga stór.
Umleið 200 fólk fóru til Sarawak-ánna at leita eftir krokodilluni og tí horvna dreinginum, men leitingin gav einki úrslit.









