Krokodilla tók 12 ára gamlan drong

Løgreglan í Avstralia leitar eftir einum 12 ára gomlum drongi, sum ein krokodilla tók í einari á har norðuri í landinum.

Drongurin var farin út í ánna við býin Port Brasdshaw saman við fleiri øðrum fólkum, tá ein krokodilla fekk fatur á honum. Løgreglan sigur, at hini royndu at fása krokodilluna at sleppa honum, men til fánýtis. Tvørturímóti dró krokodillan út á djúpri vatn við dronginum, og har mistu hini hana burtur.

Løgreglan sigur, at hendingin er enn ein ávaring um, at tað kann vera vandamikið at fara út í áir, sum krokodillur halda til í. Fyri 14 døgum síðani doyði ein sjey ára gomul genta, tá ein krokodilla tók hana.

Saltvatnskrokodillur, sum kunnu blíva sjey metrar langar, eru vanligar í áum har norðuri í Avstralia.