Ein avstralskur bilførari gjørdist skakkur nú ein dagin, tá ein krokodilla brádliga leyp út á vegin. Hann royndi at snara bilinum, men tað var ov seint. Krokodillan kom fyri bilin og doyði av stoytinum.
Gerry Lindner, sum arbeiðir við villum djórum har norðuri í Avstralia, sigur við AP, at helst gjørdist krokodillan so kløkk av bilinum, at hon leyp skeivan veg, tá hon ætlaði at leita sær skjól. Annars hava myndugleikarnir har um vegir biðið bilførarar koyra varliga, tí nú regntíðin er, er tað rættiliga vanligt, at krokodillur fara tvørtur um vegirnmar.
Krokodillan, sum doyði, var ein tveir metrar long saltvantskrokodilla. Gerry Lindner sigur, at hesar krokodillurnar eru nørdar rættiliga nógv, síðani myndugleikarnir settu monnum forboð fyri at veiða tælr fyri 33 árum síðani. Tí umhugsa myndugleikarnir nú at loyva monnum at veiða 25 krokodillur av hesum slagnum um árið.