Á øllum stevnunum í ár hava bátar hingið eftir í startinum og á Eystanstevnu hingu bátar eftir í báðum barnaróðrunum umframt hjá 5-mannaførum við dreingjum, har Tekla lá eftir, tá startskotið fór.
Tekla fekk fyrst gult kort, men hetta var tikið aftur, tá tað vísti seg, at okkurt var galið við krókinum.
Sambært Ludvík við Stein, so verður sagt, at tílíkir krókar, ið verða nýttir, kunnu gerast trekir við tíðini, og kanska er tíðin komin at eftirkanna krókarnar, ið nýttir vera til startin. Hetta kemur ov ofta fyri, sigur Ludvík við Stein við Kringvarp Føroya, og kann hava stóra ávirkan á úrslitið í einkulta róðrinum, eins og í FM-stríðnum.