Krohn-Dehli stóri spælarin

Brøndby er aftur við í toppinum í donskum fótbólti, og um vikuskiftið vann Brøndby oddadystin ímóti FC Midtjylland. Stóri spælarin á vøllinum var Michael Krohn-Deli, sum fyri kortum kom heim úr Hollandi at spæla fyri Brøndby.

- Tað er hugaligt at síggja ein spælara við so góðum bóltførleika, sum eisini kann gera nakað serligt. Hann hevði avgjørt ávirkan á úrslitið í hesum dystinum, segði venjarin hjá FC Midtjyllandi, Thomas Thomasberg, eftir tapið.