Seinnapartin í dag fekk løgreglan fráboðan um, at peningur er stolin úr kassanum á einum skeinkistaðið í Havn í nátt
Men løgreglan sigur, at talan er ikki um innbrot í orðsins rætta týdnigi, tí tey eru komin eftir, at tjóvurin hevur krógvað seg inni, tá ið tey riggaðu av í nátt, og so hevur hann tømt kassan og hevur læst seg út.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvør tjóvurin er, tó at tey hava ein ávísan illgruna, og enn er eingin tikin.
Annars vóru bara smápengar í kassanum, kanska eina hundrað krónur, so missurin var ógvuliga avmarkaður.