Landsstýrismaðurin í búnaðarmálum fer nú at viðgera spurningin um at broyta bústaðarskylduna hjá føroyskum bóndum.
Tað segði hann á búnaðarráðstevnu í Klaksvík leygardagin.
Sum reglurnar eru nú, skal festarin búgva í somu oyggj, sum festið er.
Hendan reglan stavar frá eini farnari tíð, tá ið samferðslumøguleikarnir vóru heilt øðrvísi og verri, enn teir eru í dag.
- Í dag er nógv tann størsti parturin av landinum samantvinnað við vegi, tunlum og brúm og tað er ein spurningur um hendan treytin er tíðarhóskandi longur.
- Er tað neyðugt at búgva í somu oyggj, sum festið er, fyri at kunna røkja tað, spyr landsstýrismaðurin.
- Hóast festarin ikki býr í somu oyggj, sum festið er, kann hann fyri tað búgva rættiliga tætt við festið.
Hann sigur, at spurningurin um, hvussu langt burtur frá einum festi, ein festari kann búgva, er eisini í stóran mun tengt at, hvussu stórt festið er.
- Nógv festi eru smá, og summi rættiliga smá og sum mest eru frítíðarítriv og tey krevja ikki dagliga røkt.
-Spurningurin er um tað er rímiligt at krevja bústaðarskyldu í hesum føri.
- Hinvegin eru onnur festi, sum eru stór og sum krevja dagliga røkt.
Jacob Vestergaard sigur, at sum lógin er nú, ber til at gera undantøk, men hann ætlar nú at taka spurningin upp um at nágreina hesi viðurskifti.
Tí kann talan verða um at linka bústaðarskylduna í ávísum førum og at herða hana í øðrum føri.
Onkuntíð hevur verið ført fram, at í øllum førum er neyðugt at krevja bústaðarskyldu frá teimum, sum hava festi á útoyggj fyri at tryggja, at tað verður fólki á staðnum, sum fær rætt til at gagnnýta jørðina.
Men tað er landsstýrismaðurin ikki sannførdur um.
Hann heldur ikki, at eintýðugur samanhangur er ímillum, hvussu jørðin á útoyggj er røkt, og hvar tey, sum umsita hana, búgva.
- Tað er ikki altíð at tey, sum búgva á útoyggj, røkja jørðina so nógv betri enn tey, sum búgva aðrastaðni, sigur Jacob Vestergaard.