Í innleiðandi HM-bólki B hava bæði Svøríki og Kroatia tryggja sær 6 stig av 6 møguligum, og eru bæði liðini komin víðari til millumumfarið. Í annaðkvøld spæla liðini oddadyst, har 2 stig, sum kunnu takast víðari til millumumfarið standa uppá spæl. Fyrst skal Kroatia tó spæla ímóti Spania í kvøld, og Svøríki skal spæla ímóti Kuwait, sum burdi verið ein avgreiðsluspurningur.
Vertslandið, Kroatia leggur nógv fyri at vinna kappingina, og teir sendu ein njósnara til venjingina hjá svenska landsliðnum. Men kroatiski njósnarin gloymdi, at venjarin, Staffan Olsson ikki bara hevur gott yvirblikk yvir tí, sum fer fram á vøllinum. Staffan Olsson fekk skjótt eyga á kroatiska njósnaran, sum royndi at goyma seg í VIP-losjuni. Talan var um kroatiska hjálparvenjaran, Slavko Goluza.
Staffan Olsson og svensku leiðarnir kravdu, at allir kroatar vóru førdir burtur úr høllini: - Fyrst royndu vit á sámiligan hátt at fáa hann út úr høllini, men hann sníkti seg inn aftur í høllina, og royndi at goyma seg í VIP-losjuni. Segði ein óður Staffan Olsson við svenska blaðið, Expressen. - Tað er vit og skil, at ein fer ikki at njósnast hvussu mótstøðuliðið venur. Eg vildi sæð hvat hevði hent, um vit sendu ein njósnara til venjingina hjá teimum.
Svøríki spælir ímóti Kuwait kl. 17.30 í dag. Kroatia spælir ímóti Spania kl. 19.30 í kvøld. Oddabrakið millum Kroatia og Svøríki verður í annaðkvøld kl. 19.30. Nervakríggið er langt síðani byrjað við kroatisku njósningini.










