Kroatiski venjarin øsir seg um skandinavar

Kroatar halda áfram at gera sær fyri skommum í HM-endaspælinum. Hóast øll onnur í Europa eru samd um, at Danmark var tað betra liðið. so hótti Kroatia við at kæra dómaraparið, sum dømdi dystin millum Kroatia og Danmark til altjóða hondbóltssambandið, men tað bleiv bara við kjaftaslit. Tá saman um kom, høvdu kroatar ikki sent eina kæru inn til IHF.

 

Men hóast hetta halda kroatar fram við at spýta gor og gall. - Skandinavar oyðileggja ítróttin. Hondbólturin verður oyðilagdur, segði kroatiski landsliðsvenjarin, Slavko Goluza, sum tvíheldur, at dómarnir lótu seg ávirka av teimum donsku áskoðarunum. - Bæði ímóti Danmark og ímóti Serbia upplivdu vit nakrar katastrofalar dómarar, segði ein uppøstur Slavko Goluza.

 

Fyri fáum døgum síðani løgdu kroatar eftir svensku fyriskiparunum, sum annars hava fingið nógv góð orð við sær frá øðrum. Ein av kroatisku ákærunum ímóti svensku vertunum er, at kroatisku spælarnir ikki fáa nóg nógv at eta.

 

So um ikki annað, so er Kroatia ein spennandi hópur.....uttanfyri vøllin.