Kroatia var um reppið at klossa alt burtur

Lítla løtu undan leikloki hótti Hvítarussland við at taka stig frá kroatisku favorittunum, sum vóru nógv darvaðir av nervum

Kroatia eigur eitt av heimsins bestu landsliðum í hondbólti. Men í EM endapælinum á heimavølli gongur tað einki serligt. Í bólkaspælinum vóru kroatar eyðmýktir av Svøríki, og í kvøld stóð tað heilt illa til, áðrenn tað var greitt, at Kroatia hevði vunnið 25-23 ímóti Hvítarusslandi.

 

Inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki var Kroatia frammanfyri við trimum málum, men so fóru nervarnir av álvara at gera um seg. Hvítarussland spældi fyri lívinum, og lítla løtu undan leikloki vísti talvan 23-23.

So stóð einki til í heimaleguni, men tað eydnaðist at skjóta tvey mál aftrat og vinna 25-23.

Hvítarussararnir góvu til kennar, at teir – serliga síðstu løtuna - vóru stak minsnøgdir við onkrar av avgerðunum hjá dómarunum. Tað var einki at siga til, at teir mettu fleiri marginalar avgerðir vera heimaliðnum til fyrimunar.

 

Kroatia hevur nú fýra stig og skal leygardagin dystast við Noreg. Út frá avrikunum hjá norðmonnum higartil í kappingini verður tað stórur biti hjá Kroatia, sum sær út til at hava hug at hoykna undir stóra trýstinum, sum tað er at verða roknað at vera favorittur á heimavølli.

Tað er ógvuliga sannlíkt, at tað liðið, sum tapir uppgerðina millum Kroatia og Noreg, missir møguleikan at spæla seg í hálvfinaluna.