Kroatia hevur vunnið bronsu í EM-hondbóltskappingini hjá monnum. Kroatia vann fyri løtu síðani brosnudystin ímóti Spania við 31 málum ímóti 27. Støðan í steðginum var 13-12 til Kroatia.
Tað var ongantíð tann stóri spenningurin í dystinum. Kroatar vóru á odda alla tíðina, og hvørja ferð spaniumenninir minkaðu munin eitt sindur, gjørdu kroatar ein vørr og fóru frá teimum aftur. Veikleikin hjá spaniumonnum var, at álopið virkaði illa, og málmenninir gjørdu heldur ikki stórvegis skreytir í dystinum.
Hinvegin stóð Alilovic væl í kroatiska málinum, og samanumtikið var tað kroatiska liðið tað betra og vann tí uppiborið.










