Kroatia og Frakland í HM finaluni

Tað var einki at gera hjá Danmark og Póllandi. Frakland og Kroatia vóru bara tvey betri hondbóltslið, enn Danmark og Pólland, sum nú mugu fyrireika seg til bronsufinaluna.

 

Frakland vann 27-22 á Danmark. Støðan í hálvleikinum var 16-11 til Frakland. Tað einu løtuna var støðan 7-7, og danir góvu Fraklandi ein skarpan gang, tað fyrsta korterið av dystinum, men so fóru fraklendingar frá dønum, og danir komu ongantíð aftur í aftur. Tað nærmasta Danmark kom, var tá støðan var 20-24, men so rykti Frakland aftur. Luc Abolo hjá Fraklandi fekk beinleiðis reytt fyri at skjóta bóltin hart í andlitið á danska málverjanum, Niklas Landin, og hann má Frakland verða fyri uttan í finaluni ímóti Kroatia.

 

Kroatia vann 29-23 á Póllandi. Hálvleiksstøðan var 14-13 til Kroatia. Pólland hevði eitt gott tíðarskeið ímóti endanum av 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki komu kroatisku vertirnar út sum eitt ódnarveður, og dysturin var skjótt avgjørdur. Okkurt tíðarskeið vóru 9 mál á muni. Tað er eingin sum helst ivi um, at tvey tey bestu liðini hava vunnið seg í finaluna. Frakland og Kroatia vóru eisini suveren í bæði innleiðandi bólkaspælinum, og í millumspælinum. Danmark og Pólland máttu stríðast munandi meir, fyri at vinna seg víðari úr millumspælinum, og tað merktist.

 

Danmark og Pólland spæla bronsufinalu, sunnudagin kl. 14. Kroatia og Frakland spæla finalu kl. 16.30. Danska sjónvarpsstøðin, TV2, sum er á Televarpinum, vísir báðar dystirnar beinleiðis.