Kroatia á odda í hálvleikinum

Fyrsta hálvfinalan er í gongd júst nú, og hálvleiksstøðan er 11-9 til Kroatia móti Fraklandi. Seinni í dag byrjar hin hálvfinalan, og tá verða tað Danmark og Týskland, ið tørna saman og kempa um sess í finaluni klokkan 15:00 í morgin. Dysturin teirra millum byrjar klokkan 17:00 í dag.

 

Stór hondbóltsnøvn sum Karabatic, Narcisse og Abalo hjá Fraklandi, meðan tað einamest eru Balic og Metlicic, ið stýra spælinum hjá Kroatum.

 

Vinnarin av dystinum hevur vunnið sær sess í finaluni í morgin.

 

Fyrr í dag varð greitt at Svøríki gjørdist nummar fimm í EM-endaspælinum. Hetta blivu teir, eftir at teir vunnu við tveimum málum móti vertunum úr Noregi. Úrslitið gjørdist 36-34.