Kroatia klárt til fjórðingsfinaluna

Kroatia er sum fyrsta land klárt til EM-fjórðingsfinaluna, eftir at teir í gjár heldur óvæntað vunnu 2-1 á Týsklandi

FÓTBÓLTUR

 

Eftir frálíkt avrik í fyrsta dystinum ímóti Póllandi, skuldi álopsparturin hjá Týsklandi veruliga standa sína roynd, tá ið teir í gjør møttu stinnu kroatisku verjuni. Hetta var toppdystur í bólki B, og nógv var væntað av dystinum.

 

Verjuparturin sveik

Týska verjan er av nógvum mett sum veiki liðurin á liðnum, og tað var júst týska verjan, ið gav Kroatia leiðsluna. Hon var alt ov passiv, tá ið innlegg kom úr vinstru, og so slapp Darijo Srna ótarnaður at leggja Kroatia á odda 1-0.

Eftir at hava sitið á tí mesta fyrru løtuna í seinna hálvleiki, eydnaðist tað Kroatia at økja um leiðsluna. Hetta var eitt heldur heppið mál, har Ivica Oli? kom at standa púra fríur frammanfyri týska málinum.

Týskland kom síðstu løtuna betur við í dystin, og teir fingu eisini minkað um munin. Við sínum triðja máli var tað Lukas Podolski, sum gjørdi støðuna til 2-1. Týskland kom ikki tættari enn hetta, og í síðstu løtu settu teir eitt gott punktum á vánaliga avrikið, tá ið innskifti Bastian Schweintsteiger fekk reytt fyri at hava sligið ein kroatiskan leikara.

 

Eysturríki hjálpti

Eftir dystin vóru kroatisku leikararnir fegnir um, at teir so gott sum høvdu leikt seg víðari úr bólkaspælinum. Seinni um kvøldið skuldi tað tó vísa seg, at Eysturríki kom teimum til hjálpar. Við at javna í yvirtíðini tryggjaði Eysturríki sær eina stigið ímóti Póllandi, og í sama viðfangi tryggjaði hetta Kroatia pláss í fjórðingsfinaluni. Kroatia er harvið fyrsta land í fjórðingsfinaluni, og seinasti dystur teirra í bólkaspælinum, sum skal spælast ímóti Eysturríki, hevur ongan týdning. Kroatia er undir øllum umstøðum vinnari av bólkinum, og spennandi verður nú bara at síggja, hvørjum teir skulu møta.