Kroatia fingið sín ES-limaskap

Á midnátt bleiv Kroatia innlimað í europeiska samveldið, sum 28. ES-landið. Eini 20.000 fólk vóru komin saman í kroatiska høvuðsstaðnum, Zagreb, har tey fegnaðust um limaskapin.

Tey taldu niður til søguligu løtuna, tá Kroatia tók stigið inn í ES, og millum serligu gestirnar, ið vóru til staðar, var eisini formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, og formaðurin í Europa-tinginum, Martin Schulz, sum kroatiski forsetin, Ivo Josipovic, og forsætisráðharrin, Zoran Milanovic, á myndini bjóða vælkomin til hátíðarhaldið í Zagreb.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2007, at ES fær eitt nýtt limaland, og ES-forsetin, Herman Van Rompuy, helt kroatiska limaskapin vera eina áminning um endamálið við europeiska samveldinum, sum er at liva saman í friði og at liva saman í vælferð.