Kroatia er í hálvfinaluni

Eftir at hava vunnið 31-28 ímóti Póllandi er greitt, at Kroatia verður mótstøðuliðið hjá Danmark

Tað vera kroatisku hondbóltssnillingarnir, sum fríggjakvøldið klokkan 20 ímóti Danmark skulu stríðast um rættin sunnudagin  at spæla finalu í EM kappingini í manshondbólti. Tað er greitt, eftir at Kroatia  í kvøld í avgerandi dystinum ímóti Póllandi vann 31-28.

Allan 1. hálvleik gekk tað javnt á, og í steðginum var Pólland frammanfyri við einum máli – 15-14.

Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin skoraði Kroatia fimm mál, meðan pólverjarnir vóru sørir, og so hevði Kroatia fatur á langa endanum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki mentu pólverjar seg aftur - eitt nú bjargaði málverjin fleiri ferðir – og tað var tætt og spennandi síðsta korterið, tá ið munurin fyri tað mesta var tvey og trý mál.

Í høllini í Aarhus vóru pólversku áskoðararnir framúr væl upplagdir. Tað boðar frá góðum, tá ið Pólland fer at hýsa næsta EM endaspælinum.