Kroatia er oddalið í bólki C, eftir at teir í kvøld vunnu 3-1 Írlandi. Mario Mandzukic skoraði tvey mál og Nikica Jelavic eitt. Sean St. Ledger skoraði írska málið.
Kroatia fekk eina dreyma byrjan, tá Mario Mandzukic stútaði bóltin í mál eftir bara tríggjar minuttir. Eitt korter seinni javnaði Sean St. Ledger fyri Írland, tá hann stútaði eitt frísparksinnlegg í mál.
Tveir minuttir fyri hálvleik legði Nikica Jelavic Kroatia á odda aftur. Eftir deyðbóltsstøðu kom Everton framherjin at standa púra leysur í brotsteiginum og prikaði bóltin í mál. Fleiri írar vildu vera við, at talan var um rangstøðu, men tað vísti seg at verða ein íri, ið var seinastur á bóltinum.
Írska landsliðið er tað einasta í EM endaspælinum, sum ongan leikara hevur frá heimligu kappingini. Infostrada Sports
Bara tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik økti Mario Mandzukic um leiðsluna, tá hann stútaði eitt innlegg á stongina. Bólturin fór síðani í høvdið á Shay Given og í mál. Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Robbie Keane koyrdur umkoll í kroatiska brotsteiginum, men dómarin valdi einki at geva.
Talan var ikki um ein vælspældan dyst og flestu av málmøguleikunum komu eftir deyðbóltsstøður. Írland royndia at trýsta móti endanum, men tað rakk ikki nakað mál.
Írland Kroatia 1-3(1-2)
0-1 Mario Mandzukic, 3
1-1 Sean St. Ledger, 19
1-2 Nikica Jelavic, 43
1-3 Mario Mandzukic, 48
Írland: Given, O'Shea, St. Ledger, Dunne, Ward, McGeady, Whelan, Andrews, Duff, Doyle, Keane.
Á bonkinum: Westwood, Kelly, McShane, Walters, Gibson, Hunt, O'Dea, Long, Cox, Green, McClean, Forde.
Kroatia: Pletikosa, Srna, Corluka, Schildenfeld, Strinic, Vukojevic, Rakitic, Modric, Perisic, Mandzukic, Jelavic.
Á bonkinum: Kelava, Simunic, Buljat, Pranjic, Badelj, Vrsaljko, Dujmovic, Kalinic, Kranjcar, Vida, Eduardo, Subasic.
Dómari: Bjorn Kuipers (Holland)
Bólkur C:
1. Kroatia 3
2. Spania 1
3. Italia 1
4. Írland 0
Mynd: Gettyimages: Nikica Jelavic fegnast, meðan írski landsliðsvenjarin, Giovanni Trapattoni, er í øðini.