Nú er greitt, at Kroatia verður tað 28. limalandið í Evropasamveldinum. Fólkaatkvøða var í landinum í gjár um spurningin, og har atkvøddu 67 prosent fyri, at landið skal fara upp í ES.
Kroatia søkti um ES-limaskap í 2003, og gongst sum ætlað, verður limaskapurin veruleiki 1. juli næsta ár.
Fyri fýra árum síðani vístu meiningakanningar, at 80 prosent av kroatunum vildu sleppa upp í ES, men so kom fíggjarkreppan, og hon hevur gjørt, at áhugin fyri ES er minkaður nakað.
Lutfalsliga fáir kroatar tóku lut í fólkaatkvøðuni í gjár, men tað ávirkar ikki úrslitið, tí lógin sigur, at úrslitið er galdandi kortini.