Hálvfinalan millum Serbia og Kroatia er júst so spennandi, sum roknað varð við. Nú steðgur er, eru gestirnir úr Kroatia á odda við einum máli, 14-13. Dysturin hevur verið javnur higartil, og tað hava ongantíð verið meiri enn tvey mál á muni.
Dysturin fekk annars eina heldur óvanliga og óvirðiliga byrjan, tá teir serbisku áskoðararnir royndu at køva tað kroatiska tjóðlagið. Men hetta var kanska ikki heilt óvæntað í júst hesum dystinum. Eina ferð tveittu áskoðarar okkurt inn á vøllin, men tað serbiska sjónvarpið valdi ikki at vísa tað.