Kroatar halda íslendingar vera barnsligar

Kroatiski venjarin vil ikki hoyra talan um, at spanski dómarin fríggjakvøldið var á teirra síðu

Tað er stórur spenningur undan alt avgerandi dystinum í Zagreb í Kroatia týskvøldið, tá ið Kroatia og Ísland bresta saman aftur. Fyrri dysturin, sum varð spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík fríggjakvøldið, endaði við málleysum javnleiki.

Eftir dystin fríggjakvøldið segði íslendski venjarin Lars Lagerbäck, at hann stóð við blandaðum kenslum. Hann var stak væl nøgdur við hugburðin og avrikið hjá íslendsku spælarunum, men hann var avgjørt ikki nøgdur við spanska dómaran, sum hann helt hevði havt ein vánaligan dag.

Nú gevur kroatiski venjarin, Niko Kovac, ilt av sær. Hann vil ikki hoyra talan um, at dómarin var í parti við hansara liði fríggjakvøldið:

-Tosa um vánaligt dómaraavrik? Tað nýtist tú ikki at siga mær. Íslendsku spælararnir eru 190 cm høgir ella hægri enn so. Men teir duttu sum smábørn, sigur kroatiski venjarin sambært fotbolti.net.

Tíðliga í 2. hálvleiki varð íslendski miðverjin Ólaftur Skúlason vístur av vølli, tí dómarin metti, at hann hevði nýtt neyðbremsuna. Harvið vóru íslendingar undirmannaðir í meiri enn ein hálvan tíma. Íslendingarnir vóru misnøgdir við reyða kortið og dómaraavrikið sum heild, men kroatiski venjarin er altso ikki samdur við teimum í greiningini av dómaraavrikinum.