Veljararnir í Kroatia skulu í dag taka støðu til, um landið skal fara upp í ES sum tað 28. limalandið í samveldinum. Alt bendir á, at kroatar fara at siga ja, tí tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at umleið 60 prosent taka undir við limaskapinum.
Kortini ávara eygleiðarar um, at úrslitið kann víkja frá kanningunum, tí kreppan í fleiri ES-londum hevur fingið nógvar kroatar at ivast í, hvussu skilagott tað er at fara upp í samveldið. Stjórnin í Zagreb hevur longu sagt, at siga kroatar nei í dag, verður fólkaatkvøða aftur um eitt ár.
ES góðkendi Kroatia sum limaland tann 9. desember, og í dag skulu veljararnir so taka støðu til, um landið skal fara upp í samveldið.