Okkara kæri fíggjarmálaráðharri og løgmaður hava ein varandi frágreiðings- trupulleika yvir fyri kommununum og teirra borgarum.
4. mars 2003 legði Karsten Hansen landsstýrismaður fram uppskot til løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, har kommunurnar aftur einaferð blíva reyvrendar.
Fyri at nikkudukkurnar í samgonguni, serstakliga teir sum eru kommunustýrislimir, skuldi góðtaka hetta uppskot bleiv viðmerkt fylgjandi.
"Broytingarnar merkir tó ikki, at kommunurnar frameftir einki endurgjald skulu fáa í 2003 fyri tað, tær mistu í samband við skattalógarbroytingarnar fyrst í 2002.
Ætlanin er at innroknað í ta kompensatiónina, ið kommunurnar koma at fáa frá landinum í samband við, at eldraøki verður lagt út til kommunurnar.
Skuldi tað víst seg, at hetta ikki ber til, verður uppskot lagt fyri tingið um serligt útgjald til kommunurnar við endan av 2003." (undirstrikað av undirritaða).
Eldraøki blívur ikki útlagt nú, so hvar á komandi fíggjarætlan er kompensatiónin til kommunurnar harra Karsten Hansen?
Orðaskvaldrið frá landsstýrismonnum um, at turka útreiðslur av á kommunurnar blívur við og tí má tað verða uppá sítt pláss at siga frá, at Tvøroyrar býráð hevur viðtikið, at kommununan vil ikki verða við til at yvirtaka nakað sum helst frá landinum undir verandi støðu.











