- Kritiskur tíðindaflutningur krevur dirvi

Elin Winther Poulsen er sett sum nýggj forkvinna í kringvarpsstýrinum

Fríggjadagin varð nýggja kringvarpsstýrið sett, sum komandi fýra árini skal stjórna Kringvarpi Føroya. Nýggja forkvinnan í stýrinum er 51 ára gamla Elin Winther Poulsen, sum er gamal kenningur í Kringvarpi Føroya. Í sínum dagliga yrki starvast hon í Almannamálaráðnum.

 

Fyri Elina Winther Poulsen hevur tað stóran týdning at liva upp til Public service-skyldurnar hjá almenna stovninum.

 

- Kringvarp Føroya skal halda fram við at vera ein týdningarmikil mentanarstovnur í føroyska samfelagnum - kanska tann týdningarmesti mentanarstovnurin í landinum, um tú spyrt meg, sigur Elin Winther Poulsen við Sosialin. 

 

Sum útbúgvin journalistur vónar Elin Winther Poulsen, at hon hevur nakrar viðkomandi royndir, sum kunnu koma stýrinum og henni sum forkvinnu til góðar.

 

- Eg raðfesti góðan, kritiskan og sakligan tíðindaflutning, og hetta skal Kringvarp Føroya halda fram við at veita. Allar søgur skulu hava tvey bein at standa á og skulu altíð verða lýstar frá ymsum vinklum. Í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska krevur hetta stórt dirvi og dugnaskap frá starvsfólkunum, sigur nýggja forkvinnan.