Hóast kritikkur javnan er at hoyra móti føroyska útflutningin av matvørum til russiska marknaðin, so tykist tað ikki at hava rakt føroyskar fyritøkur á nakran hátt. Tað sigur Niels Winther, ráðgevi hjá Vinnuhúsinum, ið vísir á, at Vinnuhúsið ikki er vitandi um, at samhandilin millum londini hevur havt nakra neiliga ávirkan á føroyskar vinnufyritøkur.
- Vit í Vinnuhúsinum eru ikki vitandi um, at samhandilin við matvørum til Russlands hevur kostað aðrastaðni. Tað er eisini torført at síggja, hví samhandilin skuldi kostað á øðrum økjum, tá hugsað verður um, at samhandilin millum ES-lond og Russland er stórur og vaksandi innan flest øll onnur øki enn júst matvørur, sigur Niels Winther við Vikuskiftis-Sosialin.
Sambært tølunum hjá Vinnuhúsinum, so endar umleið ein fjórðingur av føroyska útflutningin á russiska marknaðinum. Til ber at lesa meira um evnið í Vikuskiftis-Sosialinum, sum hesa ferð viðgerð føroyska samhandilin við Russland. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.